U 19 genturnar, sum hesa vikuna hava tikið lut í evropeiskari kapping í Onglandi, spældu í gjár sín seinasta dyst í kappingini. Hesin var um 5. plássið ímóti Íslandi.
Innleiðandi spældu Føroyar eisini ímóti Íslandi, og tá vunnu føroysku genturnar 3-1 í einum tøttum og spennandi dysti.
Men í gjár gekst ikki eins væl. Í dag var var tað Ísland, sum vann 3-1. Ísland vann fyrsta settið 25-19, men so komu føroysku genturnar sterkt aftur, og vunnu 26-24 í einum spennandi setti. Eisini triðja settið var javnt, men Ísland dróg longra stráðið og vann 25-22 - og so støðgaði alt upp hjá Føroyum, og tær taptu stórt 25-12, og harvið dystin 3-1.
Føroyska landsliðið endaði sostatt nr. 6 í kappingini aftanfyri Ísland.
Nr. 3 gjørdist Noreg, sum vann 3-2 á Onglandi í bronsudystinum, og í løtuni spæla Danmark og Svøríki um gullið.
Føroyska U 19 landsliðið verður aftur í Føroyum í kvøld við Atlantic Airways.
Leikararnir á føroyska liðnum í dag vóru:
Sára Maria Johansen, TB
Hanna Iansdóttir Biskupstø, Fleyr
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur
Elsa Samuelsen, KÍF
Anna Sunadóttir Hansen, Dráttur
Kristina ??sterø Knudsen, Fleyr
Sharon Thora Holm Haynes, TB
Inga Helena Henriksen, SÍ
Bettý Eyð Ellingsgaard, Fleyr
Jórunn Elisdóttir Wang, SÍ
Joan Marsten, Mjølnir
Venjarar:
Kristian Mikkelsen
Jákup Fjalsbak
Liðleiðari:
Herrid Maja Henriksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald