U 19 dreingirnir vunnu í gjár 5. plássið í evropeisku flogbóltskappingin í Onglandi, sum teir hava verið við í síðani hósdagin.
Dysturin í gjár um 5. plássið var ímóti Íslandi, og dreingirnir megnaðu at vinna dystin 3-1. Føroyar vunnu fyrsta settið 25-20, men taptu so tað næsta 20-25.
Men so kom vend í aftur, og Føroyar vunnu triðja settið 25-21, eins og teir smurdu Ísland av í 4. og seinasta settinum 25-14.
Meginparturin at liðnum hevur eisini møguleika at spæla við komandi ár, so hetta eitt ungt lið, sum hevur verið við í kappingini, og tí verður vónað, at liðið fær betri úrslit komandi ár.
Nr. 3 í kappingini gjørdist Ongland, sum vann 3-0 á Noreg. Finalan verður í løtuni leikt millum Svøríki og Danmark.
Føroysku U 19 dreingirnir verða aftur í Føroyum í kvøld við Atlantic Airways.
Leikararnir í dystinum í dag vóru:
Niels Niclasen, Fleyr
Ingolvur Eyðunsson Olsen, ÍF
Hjørtur Sólstein, ÍF
Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ
Ragnar Weihe, SÍ
Hjørtur Joensen, SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ
Dávið Hentze, Mjølnir
Hákun Weihe Heinason, Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr
Julian Vest Niclasen, SÍ
Venjarar:
Rajko Petrovic
Hans Simonsen
Liðleiðari:
Hanna Helena Weihe Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald