2017-10-28 08:32
U 19 dreingirnir, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, tóku í gjár eitt sett í móti Noreg.
Dreingirnir tóku øll av bóli, og vunnu fyrsta settið 28-26, men kláraðu ikki at halda fram við góða spælinum, og gjørdu ov nógvar feilir. Hini settini endaðu við ósigri á 22-25, 20-25 og 17-17, og sostatt við einum ósigri upp á 3-1.
Fyrr í gjár spældu teir ímóti einum av favorittunum ??? Svøríki ??? og tá taptu teir greitt 3-0 (25-17, 25-12 og 25-14.)
Í dag skulu teir spæla fjórðingsfinalu ímóti Onglandi, sum gjørdist nr. 2 í hinum bólkinum.
Hesin dysturin byrjar klokkan 9,30.
Dysturin verður stroymaður her:https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald