Føroysku genturnar vunnu í morgun ein tryggan 3-0 sigur á Grønlandi í evropeisku kappingini í Ikast.
Settini endaður 25-9, 25-15 og 25-11.
Hetta var samstundis seinasti dysturin hjá U 17 gentunum, sum sostatt endaðu á einum 7. plássi aftanfyri Danmark, Svøríki, Finlands, Noreg, Ísland og Ongland. Finalurnar verða leiktar seinni í dag.
U 17 landsliðið fekk sostatt ein sigur á ferðini, umframt at tær tóku sett frá Noreg og Danmark.
Landsliði kemur aftur til Føroya í morgin við Atlantic Airways.
Klokkan 14,00 spæla U 17 dreingirnir avgerðandi dyst um 5. plássið ímóti Íslandi.
Dysturin verður stroymaður áhttp://www.volleytv.dk
Leikararnir á føroyska gentulandsliðnum vóru hesir í dag:
Leikararnir á liðnum í dag vóru:
Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur
Elsa Samuelsen, KÍF
Inga Helena Henriksen, SÍ
Eva Gunn Niclasen, SÍ
Sára Maria Johansen, TB
Maria Gøthe Magnusdótti, Fleyr
Sára Rannváardóttir Vatnhamar, Fleyr
Bjørk Nolsøe Isaksen, Fleyr
Barbara Káradóttir Durhuus, Fleyr
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Zoe Elisabeth Dickson, KÍF
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr
Venjari: Romica ??ster
Hjálparvenjari: Magnar Kári Vang
Liðleiðari: Hanna Helena Weihe Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald