2017-10-16 10:02
Føroysku landsliðsgenturnar spældu sín fyrsta dyst í kappingini í morgun kl 8,00 í Ikast í Danmark. Mótstøðuliði var Danmark, sum er at rokna sum ein favorittur í kappingini.
Føroyska liðið byrjaði sera trilvandi og spælið var merkt av nervum, og Føroyar taptu tvey tey fyrstu settini greitt, men í 3. setti kom vend í og vit vunnu settið 25-21.
Men taptu síðani 4. sett greitt.
Venjarnir eru væl nøgdir við at vinna 1 sett ímóti Danmark.
??rslitið var sostatt:
Føroyar-Danmark
1-3 (13-25)(14-25)(25-21) og (12-25)
Næsti dystur hjá føroysku kvinnunum er kl 16. føroyska tíð, og tá er mótstøðuliðið Noreg.
U 17 dreingjalandsliðið spælir mánadagin kl. 12,30 ímóti Svøríki.
Dystirnir verða vístir einleiðis her:http://www.volleytv.dk/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald