Ítróttur

Flogbóltur: TB vann allar tríggjar finalurnar í gjár

...

2014-03-15 16:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 TB vísti veruliga hinum liðunum hvussu finalur skulu vinnast, tá tríggjar tær fyrstu flogbóltsfinalurnar í yngru deildunum vórðu spældar í Trongisvági í gjár - tað skrivar portal.fo


Gentur 12 ár hjá TB og SÍ løgdu fyri og hesa finaluna vunnu tvøragentir 2-0 (25-22) og (25-15).

Síðani spældu kvinnuunglingar hjá Fleyr og TB. Her legði Fleyr bragdliga fyri og vann fysta sett. Men so tóku unglingarnir hjá TB yvir og vunnu trý tey næstu settini sannførandi. Finalan endaði 3-1 til TB og settúrslitini vóru (17-25), (25-8), (25-12) og (25-18).

Seinasta finalan í kvøld var ímillum dreingir 12 ár hjá TB og SÍ og sigast má, at hetta veruliga gjørdist ein gysari av einari finalu. Gott nokk vann TB 2-0, men tað var ongantíð leyst ímillum liðini, sum fylgdust uppeftir allan vegin til settúrslitini (25-23) og (26-24).

Í dag verður hildið fram við finalunum. Tá verða finalurnar hjá mansunglingum, D16, D14, G16 og G14.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder