Ein dystur í bólki I í steypakappingini hjá monnum varð í gjárskvøldið leiktur í Badmintonhøllini í Klaksvik.
Mjølnir, sum er greitt oddalið í landskappingini, tapti ímóti SÍ b, sum hevur mannað seg við royndum spælararum, sum hava myndað landskappingina undanfarin nógvu árini.
Hetta gjørdist ein spennandi dystur við nøkrum jøvnum settum, sum endaðu 18-25, 28-26, 21-25 of 27-29.
??rslitið viðførur stóran spenning í bólki I, tí nú er støðan tann, at SÍ b er á odda við 6 stigum, meðan Mjølnir og Fleyr a hava 3 stig:
Settmunur | Stig | ||
1 | SÍ b | 4 | 6 |
2 | Mjølnir | 1 | 3 |
3 | Fleyr | 0 | 3 |
4 | TB | -5 | 0 |
Mjølnir skal fríggjakvøldið spæla ímóti TB í Badmintonhøllini, sum ikki spælir meistaradeildin. Vinnur Mjølnir 3-0 ella 3-1, hevur liðið tryggjað sær pláss í hálvfinalunum, men tapa teir tvey sett ella dystin, so verður lagnan hjá teimum avgjørd í dystinum í annaðkvøld kl. 21,00 í Gundadalshøllini, tá Fleyr a tekur ímóti SÍ b.
Vinnur SÍ b tvey sett í hesum dystinum eru teir í hálvfinalunum, men vinnur Fleyr 3-0 ella 3-1 hevur Fleyr tryggjað sær plássið.
So samanumtikið ??? alt kann henda!
Reglarnar siga, at stendur á jøvnum í stigum og settmuni, er innanhýsis dystur avgerandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald