Meistaradeild menn:
Oddaliðini Mjølnir og Fleyr møtast í Klaksvík leygardagin kl. 17,30 í Badmintonhøllini. Hetta er samstundis oddadystur, tí í løtuni liggur Mjølnir á odda við 15 stigum, meðan Fleyr hevur 10 stig.
Liðini hava higartil í ár spælt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, og av teimum hava tey vunnið ein í part. Dysturin ímóti Fleyr er eisini tann einasti, sum Mjølnir hevur tapt í ár.
Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnum er á Kambsdali sunnudagin kl. 15,00 millum ÍF og SÍ. Eisini hesi liðini hava leikt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, og hava harav vunnið hvør sín dyst. SÍ hevur 6 stig, meðan ÍF hevur 5 stig.
Hetta er samstundis seinastu dystirnir í landskappingini í ár, tí komandi vikuskifti byrjar steypakappingin.
Støðan er henda:
Nr. | Felag | Stig |
1 | Mjølnir | 15 |
2 | Fleyr | 10 |
3 | ÍF | 6 |
4 | SÍ | 5 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald