Sunnudagin tók ÍF oddasessin frá Mjølni, sum hevur ligðið á odda alt kappingarárið.
Mjølnir og ÍF møttust júst fyri viku síðani í hálvfinaluni í steypakappingini, og tá vann ÍF 3-1, so lagt var upp til ein spennandi dyst millum hesi liðini í Klaksvík í gjár.
Og tvey av settunum gjørdist jøvn. Fysta settið endaði 26-24 til ÍF og triðja settið endaði 31-29 til ÍF, so munurin var ikki stórur. Munurin í øðrum setti var tó eitt sindur størri, 16-25.
Við hesum 3-0 sigrinum kom ÍF fremst á stigatalvuni og liggur nú á odda við 24 stigum.
Ein annar dystur var eisini í meistaradeildin hetta vikuskiftið. Fleyr og SÍ møttust í Havn og hesin dysturin var eisini spennandi og endaði við at Fleyr vann 3-2. Settini endaðu 29-31, 25-21, 21-25, 25-22 og 15-11.
Tvey tey fremstu liðini skulu spæla FM-finaluna.
Støðan í meistaradeildini hjá monnum er henda:
nr | lið | dystir | settmunur | stig |
1 | ÍF | 12 | 10 | 24 |
2 | Mjølnir | 12 | 9 | 23 |
3 | Fleyr | 12 | -1 | 18 |
4 | SÍ | 12 | -18 | 7 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald