Tveir dystir vóru sunnudagin leiktir í meistaradeildini hjá monnum, eftir at landskappingin hevur ligðið still síðani byrjanini av desember, orsakað av, at bólkakappingin í steypakappingini hevur verið avgreidd.
Í Gundadalshøllini í Havn hevði Fleyr vitjan av ÍF, og roknað varð við einum spennandi dysti, men skjótt gjørdist greitt, at ÍF-liðið var sera væl fyri, meðan Fleyr ikki megnaði at svara aftur.
ÍF vann dystin 3-0, og kom sostatt framum Fleyr, sum lá á øðrum plássi undan dystinum. Settini endaðu 18-25, 19-25 og 18-25.
Suni Juul Petersen frá Fleyr viðmerkti eftir dystin, ???at hetta var vánaligasti dysturin hjá Fleyr í hesum kappingarárinum???, meðan Bartal Eliasen frá ÍF harafturímóti vísti á, at ???ÍF hevur høgt støði, tá vit spæla okkara spæl.???
Mjølnir enn fremst
Í gjár tók Mjølnir eisini ímóti SÍ. Mjølni vísti enn einaferð hví teir eru á odda í landskappingini. Mjølnir vann dystin 3-0 við settúrslitunum 25-13, 25-19 og 25-15.
Støðan í landskappingini eru henda eftir dystirnar um vikuskiftið:
nr | dystir | stig | settmunur | |
Mjølnir | 1 | 8 | 20 | 15 |
ÍF | 2 | 8 | 12 | -3 |
Fleyr | 3 | 8 | 11 | 0 |
SÍ | 4 | 8 | 5 | -12 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald