KÍF hevur nú lagt seg á finalukós. Liðið er seinastu tíðina komið frameftir á stigatalvuni, og liggur nú á øðrum plássi við 18 stigum.
Steypafinaluliðið Dráttur vitjaði í gjár í Kollafirði, og fyri at Dráttur ikki skuldi koma at liggja ov illa fyri í endastríðnum í landskappingini, var kravið ein sigur á KÍF.
Men hetta gekk ikki.
Dráttur koma best frá byrjan og vann fyrsta settið 25-13, men so koppaði á, og KÍF vann næsta settið við somu siffrum.
Aftur stórur munur í triðja setti, sum Dráttur vann 25-14 og so kom eitt javnt sett, sum KÍF vann 25-23.
Í fimta og avgerðandi settinum var tó eingin ivi um hvør var betra liðið í gjár ??? KÍF vann trygt 15-5 og harvið dystin 3-2-
KÍF liggur nú á øðrum plássi við 18 stigum og við einum dysti minni enn kappingarneytarnir. Hesin dysturin er ímóti TB.
Mjølnir sum í ár kom best frá byrjan er nú á einum 3. plássi, eftir at tær taptu 3-0 ímóti SÍ. Settini endaðu 16-25, 18-25 og 20-25.
Oddaliðið Fleyr spældi ímóti TB og vann dystin 3-1. Settini endaðu 25-18, 25-14, 23-25 og 25-18.
Fleyr liggur trygt á odda við 27 stigum.
Tvey tey fremstu liðini skulu spæla FM-finaluna.
nr | lið | dystir | settmunur | stig |
1 | Fleyr | 10 | 21 | 27 |
2 | KÍF | 9 | 4 | 18 |
3 | Mjølnir | 10 | -2 | 14 |
4 | Dráttur | 10 | -6 | 11 |
5 | SÍ | 10 | -9 | 10 |
6 | TB | 9 | -8 | 9 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald