Dráttur, sum gjørdist føroyameistari í fjør, hevði ikki eydnuna við sær, tá liðið var á vitjan í Gundadalshøllini í gjár. Fleyr vann dystin við trimum settum móti ongum
Fleyr ??? Dráttur 3-0 (25-10, 25-12, 25-16)
Fleyr legði seg einsamallt á annaðpláss í kvinnukappingini, tá liðið í gjár vunnu ein tryggan 3-0 sigur á føroyameistarunum úr Drátti.
Havnarkvinnur vóru greitt omaná frá byrjan og vunnu fyrsta sett við 25 stigum móti 10.
Munurin tódnaði eitt elalítið sindur í øðrum setti, sum Fleyr vann 25-12, og uppaftur eitt sindur afturat í triðja setti. Men munurin gjørdist tó ongantíð so lítil, at tað gjørdist spennandi millum hesi bæði liðini.
Seinasta settið endaði 25-16 til Fleyr, sum sostatt vann dystin við trimum settum móti ongum.
Fyri Fleyr var sigurin kærkomin eftir at tær á heimavølli taptu 3-0 móti Mjølnir fyri nøkrum vikum síðan. Munurin í tí dystinum var ikki eins stórur og hann var millum Fleyr og Drátt í gjár, men tó greiður nokk.
Hóast stutt er fráliðið, og tað tí ikki er ráðiligt at siga nakað endaligt um nakað sum helst, so hava fyrstu dystirnir í ár givið ábendingar um broytingar samanborið við kappingina í fjør.
Eitt er, at føroyameistararnir úr Drátti bara hava vunnið ein av fýra dystum higartil, eitt annað er, at KÍF, sum var hitt liðið í kvinnufinaluni í fjør, heldur ikki er komið so væl ígongd.
Hinvegin tykist, sum eru gomlu kempurnar, Mjølnir og Fleyr, vaknað úr dvala. Og serliga sær Mjølnir út til at vera øgiliga sterkt í ár. Higartil hava tær spælt tríggjar dystir, og
klaksvíkskvinnur hava vunnið teir allar 3-0.
Fleyr hevur tapt ein av trimum, tann móti Mjølnir og er tí eisini væl við í kappingini.
Í annaðkvøld fáa vit at síggja, hvussu leikur fer í Sørvági, har SÍ og KÍF fara at spæla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald