Klokkan 16,30 í dag skal manslandsliðið í flogbólti royna seg ímóti Álandi, og hesin dysturin verður avgerðandi fyri, hvørjum Føroya skal spæla hálvfinalu ímóti.
Bæði liðini hava higartil vunnið sínar dystir 3-0, men tað týdningarmesta er, at vinna dystin í dag, so ein ikki møtir Saarema í hálvfinaluni, tí hetta liðið hevur undanfarnu oyggjaleikir verið tað sterkasta í mansflogbólti.
Bárður B. Mikkelsen sigur í samrøðu, at hann metir, at um Føroyar fáa sítt spæl at koyra, so eigur liðið at vinna dystin í kvøld. Serliga um Føroyar fáa álopsspælið at rigga.
Bólkafinalan í dag verður kl. 16,30 og kann síggjast her:
https://www.facebook.com/Flogb%C3%B3ltssamband-F%C3%B8roya-799547606794840/
Rás 2 hevur eisini boðað frá, at teir eisini hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald