JN

Flogbóltur: Bæði Mjølnir og ÍF eru greipuvinnarar

...

2014-04-06 00:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seinnu finaludystirnir í flogbólti vórðu leiktir í dag. Í Eikliguni hjá kvinnum gjørdist Mjølnir FM-vinnari 4. árið á rað, tær vunnu steypafinaluna fyrr í vár og eru sostatt greipuvinnarar - Fyrsta sett vann Fleyr 25-11, ímeðan annað og triðja sett vann Mjølnir 25-22 og 25-18, Fleyr vann aftur fjóðra sett 26-24, tískil skuldi 5-settari til, tá vann Mjølnir 15-13 og vann tískil samanlagt í dag við 3-2, Mjølnir vann eisini fyrra finaludystin í gjár.

Í Eikliguni hjá monnum vann ÍF sannførandi á Fleyr - Settúrslitini vóru: (25-15), (25-20) og (25-15), eins og hjá Mjølnir vann ÍF eisini fyrra finaludystin, sum varð leiktur í gjár.

Vit ynskja Mjølnir og ÍF hjartaliga tillukku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder