Ítróttur

Flogbóltur: Bæði kvinnur og menn við til endaumfarið í EM fyri smátjóðir

...

2014-06-08 23:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flogbóltssamband Føroya skrivar:

Menninir og kvinnurnar kvalifiseraðu seg til endaumfarið í EM-kappingini fyri smátjóðir


Menninir
Tá føroysku menninir seinnapartin í dag høvdu vunnið 3-0 á Norðurírlandi, stóð brádliga greitt, at teir høvdu møguleika at koma víðari til endaumfarið í Luksemborg næsta ár, um Kýpros gav eina hjálpandi hond við at vinna 3-0 á Andorra seinni um dagin. 

Hesi hjálpandi hondini varð eisini roknað við fyri vist, tí Kýpros hevur verið í flokki fyri seg í hesum undankappingar-bólkinum, og úrslitið gjørdist ein greiður 3-0 sigur til Kypros. 

Tað sum var eitt sindur óvæntað, var at Norðurírland tapti 3-0 fyri Føroyum í dag, hóast Norðurírland í gjár vann ein greiðan 3-0 sigur á Andorra, sum annars hevði vunnið 3-1 á Føroyum í fyrsta dystinum í bólkinum. 

Men við 3-0 sigrinum hjá Føroyum á Norðurírlandi í dag vendist alt á høvdið, og Føroyar klintraðu upp á annað-plássið á stigatalvuni, og kvalifiseraðu seg harvið til EM-endaspælið fyri smátjóðir, sum verður í Luksemborg næsta ár. 

Dystarfrágreiðingin

----

Kvinnurnar
Eisini kvinnurnar hava spælt seg í endaumfarið, sum verður í Liktinstein næsta ár, hóast enn ein dystur restar í bólkaspælinum, tí við knúsandi 3-0 sigrinum á Íslandi í dag, kunnu Føroyar ikki gerast verri enn nr. 2 í bólkinum.

Men eftirsum seinasti dysturin er móti Liktinstein, sum hevur tapt báðar sínar dysti (fyri Íslandi og Luksemborg), so vænta vit enn ein sigur frá føroysku kvinnunum og fult stigatal og fyrstaplássið... 

Dystarfrágreiðingin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder