Eftir at flogbóltskappingin hevur ligið still orsakað av landsliðsvirksemi hjá U 19 og U 17, verða 4 dystir leiktir um vikuskiftið í bestu deildini.
Í meistaradeildin hjá kvinnum skal KÍF taka ímóti oddaliðnum Mjølni. Hesin dysturin verður í Kollafirði kl. 14,00 leygardagin.
Sunnudagin verður tað TB, sum tekum ímóti SÍ í Trongisvági kl. 14,30. Bæði liðini hava leikt tveir dystir higatil, men eingi teirra hevur fingið ein sigur, men SÍ hevur tó vunnið tvey sett.
Støðan í meistaradeildini hjá kvinnum er henda:
Í meistaradeildin hjá monnum verða eisini tveir dystir um vikuskifitð. Leygardagin spæla oddaliðini Mjølnir og Fleyr í Badmitonhøllini í Klaksvík klokkan 15,30, og sunnudagin møtast ÍF og Sí klokkan 15,00 á Kambsdali.
SÍ hevur enn sigur tilgóðar og liggur í løtuni á aftasta plássinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald