Í meistardeildin hjá kvinnum verður ein sera avgerðandi dystur í dag ímillum KÍF og Drátt í Kollafirði.
KÍF liggur á 2. plássi við 14 stigum eins og Mjølnir, men beint aftanfyri á 4. plássi við 10 stigum liggur Dráttur við 10 stigum. Tí er umráðandi hjá Drátti at vinna antin 3-0 ella 3-1, um tær framvegis skulu vera við í oddastríðnum um annað finaluplássi. Fleyr liggur trygt á odda við 27 stigum.
Dysturin millum KÍF og Drátt verður í Kollafirði í dag klokkan 13,00.
Mjølnir skal í dag spæla í Sørvági, og eisini hjá teimum er umráðandi at vinna dystin, um tær framhaldandi skulu liggja í toppinum. Dysturin í Sørvági byrjar eisini klokkan 13,00.
Støðan í meistaradeildini hjá kvinnum er henda:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Fleyr | 10 | 21 | 27 |
2 | KÍF | 8 | 3 | 14 |
3 | Mjølnir | 9 | 1 | 14 |
4 | Dráttur | 9 | -5 | 10 |
5 | TB | 9 | -8 | 9 |
6 | SÍ | 9 | -12 | 7 |
Meistaradeild menn:
Oddadystur verður í Klaksvík í dag klokkan 15,00 millum Mjølnir og ÍF. Liðini møttust eisini fyri viku síðani í hálvfinalunum í steypakappingini, og tá vann ÍF 3-1. Við einum 3-0 ella 3-1 sigri, leggur ÍF seg á odda, men um Mjølnir harafturímóti vinnur dystin, hava teir vunnið eitt gott fet móti einum finaluplássi.
Í gjár leiktu Fleyr og SÍ í Havn, og hetta gjørdist ein sera javnur og spennandi dystur, sum Fleyr vann 3-2. Settini endaðu 29-31, 25-21, 21-25, 25-22 og 15-11.
Støðan í meistaradeildin hjá monnum er henda:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Mjølnir | 11 | 12 | 23 |
2 | ÍF | 11 | 7 | 21 |
3 | Fleyr | 12 | -1 | 18 |
4 | SÍ | 12 | -18 | 7 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald