JN

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

...

2019-02-12 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

15 februar kemur út nýggj fløga, við sangum hjá norska sangaranum og prædikumanninum Aage Samuelsen, á føroyskum.

Fløgan hevur fingið heiti Handan Stjørnuhav.

Tað er Eyðun Jacobsen sum hevur tikið stig til hesa fløgu.

Tónleikurin á fløguni er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum. Røddirnar eru innsungnar í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík.

Tað eru 16 sangir á fløguni, sum vera sungnir av fylgjandi:

Kvartettin í Betesda - The Gadders - Petur Hans Hansen -

Bill Justinussen - John Kári Jacobsen - Magnus Poulsen -

Oddbjørg Poulsen - Eyðun Jacobsen - Heine Lützen-

Magni Christiansen - Andreas Hvannastein - Janus Jacobsen -

Henny Gerðalíð - Zamar - Terje B Vestergaard - Oasubrøður -

Í samband við fløguútgavuna vera ókeypis útgávukonsertir 15 og 16 februar.

Fríggjakvøldið 15 februar kl 20.30 í Oasuni í Hoyvík.

Leygarkvøldið 16 februar kl 21.00 í KÍ Høllini í Klaksvík.

Tónleikarar á konsertunum vera:

Beddi Hansen: El gittar

Terje B Vestergaard: Klaver

Erik Biskupstø: Bass

Terje Johannesen: Akk. gittar og mandolin

Arnold Mortensen: Steelgittar

Jákup Gunnarstein Hansen: Trummur

Eyðun Jacobsen: Akk. Gittar.

Eitt sindur um Aage Samuelsen:

Norski sangarin ??ge Samuelsen, føddur 1915, vaks upp í Norska býnum Skien,

og er kendur í øllum Skandinavia fyri sínar lívsglaðu og evangelisku sangir.

??ge vaks upp undir trongum korum, bar upp á sjúku sum barn, og kom ikki at ganga

fyrrenn hann var um 6 ára gamal.

Læranin í skúlanum helt fyri, at ??ge hevði ikki nakað skil fyri tónleiki, men mamman,

sum skilti og elskaði son sín, troystaði hann og segði: ,,??ge! Tað kemur ein dagur

eftir henda!???.

Tá hann var 15 ára gamal, fekk hann ein gittara frá mammuni, sum hevði keypt hann á uppboðssølu. Gittarin kom at gerast hansara trúgvi lívsfylgisveinur, og hetta ljóðførið

kom at føra prógv fyri læraranum og øllum Noregi, at ??ge hevði eitt serliga gott

oyra fyri tónleiki.

??ge kom út í rúsdrekkamisnýtslu, men í 1944 upplivdi hann eitt andaligt

gjøgnumbrot í lívinum.

Hann gjørdist virksamur limur í Hvítusunnurørsluni í Skien, har hann brúkti sínar

gávur sum sangari og sangskrivari

Hann skrivaði sangir í hópatali, og gjørdist ein sannur sangevangelistur. Hann gav út hópin

av plátum, og gjørdist ein nógv eftirspurdur sangari í Noregi.

??ge Samuelsen doyði í 1987 bara 71 ára gama

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder