Í kvøld og leygardagin verða finalurnar í flogbólti í yngru deildunum leiktar á Tvøroyri, byrjað verður í kvøld kl. 17.
Tað sum sermerkir kappingina í yngru deildunum, er at í 7 aldursbólkum av íalt 8 er annað liðið úr Vágum, úr Sørvági eru 6 lið og Dráttur hevur eitt.
Í sambandi við at FM fyri ung verður í Trongisvági um vikuskiftið, so hevur FBF roynt at fingið dómarar úr dómarabólkinum til kappingina, men tíverri hevur tað ikki eydnast í ár.
Tí noyðast tit, sum hava lið við til FM, sjálvi at koma við dómarum.
Eisini mugu tit skaffa ein skrivara og 3 bóltabørn til hvønn dystin. Saman standa vit sterk!
Liðini í ár eru hesi og verður spælt soleiðis:
Fríggjakvøld 14. mars:
Kl. 17.00 G12 TB - SÍ
Kl. 18.30 KVU TB - Fleyr
Kl. 20.00 D12 TB - SÍ
Leygardag 15. mars:
Kl. 09.30 D16 SÍ - ÍF
Kl. 11.00 G14 TB - SÍ
Kl. 12.30 D14 TB - S??
Kl. 14.00 G16 Dráttur - Ternan
Kl. 15.30 MU SÍ - TB / Fleyr
Stutt er millum dystirnar leygardagin, so byrjast má til tíðina. Upphiting (uttan bólt) kann fara fram inni í skúlahøllini.
Í sambandi við finalurnar hevur kantinan í høllini buffé.
Prísir:
Vaksin 100,- kr.
Børn undir 12 ár 50,- kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald