2013-08-07 17:33
Tey flestu føroysku makrelskipini royna á Rygginum nær íslendska markinum. Fiskiskapurin teir seinastu dagarnar hevur verið hampuliga góður, nú fiska teir reinan makrel har vesturi.
Á feltinum eru: Gadus, Atlantsfari, Næraberg, Akraberg, Fagraberg, Finnur Fríði, Høgiklettur, Niels Pauli, Steintór, Oma og Tummas T - ??lavur Nolsøe er ávegis vestur á feltið.
Hini føroysku skipini eru tey flestu inni og landa, okkurt skip roynir beint norður úr Føroyum.
Hinumegin markið fiska tey íslendsku skipini, har eru m.a. Aðalsteinn Jonsson og Gudmundur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald