JN

Flemming og Ásgerð vunnu kr. 75.000

...

2017-03-10 20:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var Flemming Stenberg, sum ringdi inn við fullari plátu, tað var annars konan hjá honum Ásgerð Stenberg úr Vági sum átti plátuna.

Í Gekkinum í kvøld vóru kr. 1.200.000 at vinna. Ásgerð og Flemming valdu at seta peningin í tann bláa leypin.

Í fyrstu royndini kom hann á kr. 10.000, sum so skuldi faldast við 10, so hann kundi fáa kr. 100.000.

Tey bæði prøvaðu umaftur, í seinnu royndini vóru tey ein seym frá tí gula leypinum, tey komu á kr.12.500, sum skuldi faldast við 6, sum so blivu kr. 75.000, og valdu tey at steðga.

Gekkurin næsta fríggjakvøld verður kr. 1.300.000.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder