Kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi, fáa nú betri møguleika at leita sær sálarfrøðiliga hjálp.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, ynskir at styrkja tann partin av heildarætlanini um harðskap i parløgum og nærsambondum, sum umfatar sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur. Hon hevur tí gjørt av at hækka játtanina til endamálið við 200.000 kr. í 2014.
Kvinnuhúsið, sum samskipar hetta arbeiðið, hevur fingið játtan samsvarandi heildarætlanini, men tað hevur víst seg, at tørvur er á meiri pening til sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur. Starvsfólk í Kvinnuhúsinum og sálarfrøðingar, sum arbeiða innan hetta økið, siga, at kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi í longri tíð, hava brúk fyri sálarfrøðiligari hjálp í eina tíð, og meiri, enn tær 2-3 ferðirnar, sum heildarætlanin upprunaliga leggur upp til.
Við øktu játtanini skuldi verið gjørligt hjá fleiri kvinnum at fáa hjálp, eins og tær einstøku kvinnurnar eisini kunnu fáa fleiri viðgerðirhjá sálarfrøðingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald