JN

Fleiri gjaldskort sperrað

...

2014-05-28 04:33 Author image
placeholder

 Danski kortveitarin Nets hevur seinastu dagarnar sperrað gjaldskort hjá fleiri føroyingum

 

Føroysku peningastovnarnir hava fingið boð um, at kortini eru sperrað av trygdarávum, orsakað av illgruna um, at kortupplýsingar kunnu verða komnar óviðkomandi í hendi. Sperraðu kortini eru av slagnum VISA/Dankort og til ber at kanna í Netbankanum, um kortið er sperrað.
 
Er kortið sperrað, verður heitt á viðskiftafólk at kanna, um møguligt misbrúk er farið fram, og um so er, at boða viðkomandi peningastovni frá skjótast tilber. 
 
Nýggj kort verða, uttan kostnað, send viðskiftafólki innan 14 dagar.

 

Soleiðis kannar tú í Netbankanum, um títt kort er sperrað

  • Far undir 'Kontur og gjaldingar'
  • vel 'Kortyvirlit' í vinstra bredda  


er kortið ikki sperrað, liggur tað undir virkin kort  
er kortið sperrað, liggur tað undir sperrað kort

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder