??rslitið eftir skatt hjá Atlantic Airways triðja ársfjórðing í 2013 var 11 mió. kr. samanborið við 15 mió. kr. í 2011. ??rslitið fyrstu níggju mánaðirnar var 14,4 mió. kr. samanborið við 16,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Ferðafólkatalið øktist úr 163.032 fyrstu níggju mánaðirnar í 2012 upp í 177,957 sama tíðarskeið í ár. ??vanliga nógvar avlýsingar í juli kostaðu tó felagnum 8,5 mió. kr., og havandi hetta í huga stóð felagið seg væl.
"Ferðafólkatalið vaks níggju prosent triðja ársfjórðing, og hetta er á sama stigi sum fyrra hálvár. Størri flogfør hava skapt rúm fyri kappingarførari prísum, og vøksturin sæst bæði millum føroyingar og útlendingar. Íløga í marknaðarføring av Føroyum og lægri ferðaavgjøld kunnu í framtíðini skunda undir meira ferðing,??? sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Umsetningurin hjá Atlantic Airways vaks úr 170 mió. kr. triðja ársfjórðing í 2012 upp í 189 mió. kr. í 2013. Næsta Airbus-flogfarið kom í flotan í juni og tað triðja fyrst í oktober.
???Raksturin er effektiviseraður, regulariteturin er vorðin betri, og vit kunnu flúgva til fleiri ferðamál við nýggju flogførunum. Vóru Airbus-flogførini ikki útgjørd við RNP AR-navigatiónsútgerðini, høvdu eini 20 flogfør aftrat vent við í mjørkaveðrinum í juli. Nútímansgerðin av flotanum og flogvøllinum hevur havt sera stóran týdning fyri felagið,??? sigur Magni Arge.
Hann fegnast um, at tað gongur skjótt framá við nýggju farstøðini á flogvøllinum. Trýstið var óvanliga stórt á starvsfólk og skipanir, tá ólagið var á ferðsluni í summar, og tí er brúk fyri betri umstøðum at avgreiða tílíkar støður.
Atlantic Airways væntar, at úrslitið í 2013 verður heldur minni enn í 2012. Felagið fleyg ikki til Egyptalands fyri Atlantis Rejser frá august til fyrst í oktober orsakað av órógv har, og nú flúgvingin er tikin uppaftur, fer helst at taka tíð at fáa ferð á hana aftur. Eginognin var 256 mió. kr. 30. september 2013.
ATLANTIC AIRWAYS
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald