2014-09-27 14:59
í óveðrinum fyrr í vikuni vóru øll skipini inni uttan Finnur Fríði og Næraberg, men nú eru nøkur farin avstað aftur. Tey eru øll norðanfyri, eystur ímóti norska markinum eru Norðborg, Christian í Grótinum og Næraberg, vestur ímóti íslendska markinum eru Fagraberg og Finnur Fríði, Jupiter er ávegis vestureftir.
Tummas T. er júst komin norðurum oyggjarnar, Tróndur í Gøtu er á Tvøroyri , á Fuglafirði eru Akraberg, Asbjørn, Grunnabarð og Høgiklettur, Atlantsfarið liggur á Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald