Síðan flatskatturin varð settur í gildi 1. januar í 2012, er gongd komin á fólkavøksturin. Í vikuni boðaði Hagstovan frá, at fólkatalið í Føroyum vaks við 144 fólkum. Fyri nøkrum mánaðum síðani boðaði sami stovnur frá, at fólkatalið vaks við 114 fólkum. Sostatt kunnu vit siga, at flatskatturin byrjar at gera um seg, tí nú loysir tað seg aftur at arbeiða í Føroyum.
Arbeiðsloysið
Tað er ikki bara sloganið hjá fólkaflokkinum, ið sigur, at tað skal loysa seg at arbeiða, men vanligi føroyingurin merkir veruliga, hvussu tað aftur loysir seg at arbeiða. Fyrr høvdu vit eina skattaskipan, ið revsaði tey, ið arbeiddu nakrar tímar eyka, men við flatskattinum er tað arbeiðstakarin, ið fær pengarnar. Hetta síggja vit aftur í arbeiðsloysistølunum, har arbeiðsloysið er lækkað úr 6,7% undir gomlu skattaskipanini niður á 3,7% undir nýggju flatskattaskipanini. Tað løgna av øllum er, at flatskattaskipanin er rímiliga progressiv, har tey, ið tjena mest, rinda í pengum og prosentum lutfalsliga meir enn tey, ið tjena minni. Ímyndið tykkum, hvussu lágt arbeiðsloysið hevði verið, um vit høvdu ein fullkomiliga flatan skatt!
Marknagilsdepilin
Arbeiðið við at byggja marknagilsdepilin gongur eisini sína gongd. Vit, sum búgva í høvuðsstaðnum, síggja dag og dagliga, hvussu bygningurin tekur skap. Um alt gongur eftir ætlan, verður hann tikin í nýtslu fyrsta skúladag í 2016. Leingi er tað, ið væl skal vera, sigur eitt føroyskt orðatak, tí tað tók nevniliga nøkur ár, áðrenn politiska skipanin fann neyðugu pengarnar, men nú verður bygt av øllum alvi. Hetta hevur sjálvandi ávirkan á arbeiðsloysið, tí verkætlanin krevur nógva arbeiðsmegi. Í so máta eigur andstøðan eisini síni lut í lága arbeiðsloysinum. Tá tað er sagt, er tað eingin ivi í, at flatskatturin er orsøkin til fólkavøksturin, tí nú velja føroyingar at arbeiða í Føroyum heldur enn í útlondum, tí tað loysir seg aftur at arbeiða.
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyrifólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald