Mentan

Flaggrøða 25. apríl 2014 í Sørvági og á Giljanesi

...

2014-04-27 01:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var Jógvan Ravnsfjall, leiðari á Norðoyar fornminnissavni, sum helt flaggrøðu bæði í Sørvági og á Giljanesi. Jógvan er barnvaksin í Miðvági.

Góðu vágafólk og áhoyraran annars.

Fyri umleið einum mánaða síðani varð eg spurdur, um eg kundi halda flaggrøðuna her vesturi, og ivaðist eg ikki at játta, tí sum oyggjaútiseti taki eg tað sum ein heiður at verða biðin at halda flaggrøðuni her á oynni, her eg eri uppvaksin og havi mínar røtur.

Flaggsøguna kenna vit øll, ella so burdu vit kent hana, so tað skal eg ikki troytta tykkum við. Bert tríva í okkurt hissini.

Sum vit vita, so var flagg okkara í fyrstani kallað Studentaflaggið, tí tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn, ið myndaðu flaggið og settu litirnar á, og har hevði ein vágamaður, bíggjarmaðurin Emil Joensen, ein stóran leiklut. Men sum tíðin er liðin hevur flaggið fingið navnið Merkið, men nær tað er hent, og hvussu tað er ásett, er ógvuliga ógreitt.

Fyri árum síðani hugdi eg eftir, nær hetta mundi verða íkomið, men fekk ikki greiði á tí.

Í fleiri flaggrøðum í 50-árunum verður flagg okkara ikki nevnt við navnið, men seinni, inn í 60- og 70- árini verður tað nevnt við navninum Merkið. Seinni er so navnið Merkið komið inn í onkrar lógarásetingar, t. d. at formansbáturin í grind skal hava Merkið á stong.

Vit kenna frá teimum gomlu miðaldarsøgunum, at høvdingar og kongar møttu upp hvør við sínum merki, var tað til tings ella í bardaga, og soleiðis hevur tað verið upp gjøgnum øldirnar, at tey sum hoyrdu saman savnaðust undir sínum merki. Ja, og í dag hevur nærum hvør felagskapur og fyritøka sítt merki.

Meðan flaggstríðið stóð upp á tað harðasta var ungmannafelagið Merkið í Havn ógvuliga virkið í flaggstríðnum. Møguliga hevur tað ávirka til navnið á okkara flaggið, ella er tað bert íkomið á ein ella annan hátt, at merkið hjá studentunum endaði við at fáa navnið Merkið.

Í dag kenna vit tað heldur ikki við nøkrum øðrum navni, nú tað veittrar í lotinum runt alt landið.

Í dag, áðrenn eg við bilinum gjøgnum tunnilin kom út í sandavágshagan Vágamegin, merkti eg, sum altíð, at eg var komin á heimliga grund, og oyggin bjóðaði mær vælkomnan heim.

Vit, sum eru uppvaksin her í Vágoynni hava frá barnsbeini av fingið ein tokka til oynna, um annars vit í vaksnamannalívinum hava sett búgv aðrastaðni.

Her var tað, vit numu okkara fyrstu vitan frá heimi og skúla, eins og frá vaksnum fólki í dagligum arbeiðslívi. Í uppvøstrnum at kunna fara alla staðni runt í oynni lærdu vit at kenna ta heimligu náttúruna við sínum fjøllum, dølum, áum og vøtnum, og við grundarlagi í tí heimliga opnaðist seinni allur heimurin seg upp fyri okkum.

Fyri meg, kann eg siga, at seinni, tá eg sum ungur vegna Tjóðlívsnevndina savnaði inn frásagnir um fólkalív og fólkaminni í teimum stóru bygdunum í Vágoynni, fekk eg enn betri innlit í, hvussu tað hevði verið at búleikast í oynni fyri eini 100 árum síðani.

Og sigast má, at hetta hevur verið góður førningur gjøgnum lívið, og ofta hava eg vitja aftur og verið á støðum í oynni, ið ikki vóru mær ókend, men sjálvur hevði eg ikki verið har fyrr, sum í fjør, tá vit vóru ein túr í Miðvágsurð.

Ja, vit mugu siga, at Vágoyggin er stórbar og vøkur frá Búkonuni í eystri vestur á Barið, og vil eg ráða øllum, meðan tit enn kunnu, at taka tykkum tíð til at uppliva okkara náttúruvøkru oyggj.

Yvirhøvur mugu vit siga, at vit í Føroyum hava eina vakra og stórbara náttúru, sum vit eiga at varða og verja, so at okkara eftirkomarar eisini skulu vaksa upp í somu góðu nátturuumstøðum, sum okkum varð lagað.

Tó tykir mær, at í fleiri førum verður ikki gáðað um náttúruna, tá ið útbyggingar eru, eins og vit í Føroyum hava alt ov vánaligar lógir á náttúruøkinum, lógir sum skulu verja okkara náttúru og taka hædd fyri árinunum, ið kunnu standast av náttúrubroytingum, verði seg útbyggingar ella annað, ið ávirkar náttúrna.

Kann vera, at politiskt arbeiði fyri tílíkum málum ikki gevur tað stóra atkvøðutalið, og tí verður so lítið politiskt gjørt á hesum økinum, men eg vil siga, at eftirtíðin kemur at fagna tí ella teimum, sum bera hetta stríð undir Merki okkara, verði seg polittikarar ella onnur stríðsfús, ið vilja okkara náttúru væl.

Tá eg gekk í skúla her vesturi fingu vit góðan og hollan lærdóm í okkara móðurmáli, og vit lærdu bæði í skúla og í tí dagliga millum tey eldru, hvussu rættur málburður var og átti at verða.

Eg vil rokna við, at hetta enn er so, men nú so stórar broytingar eru hendar á samskiftisøkinum, tykist minni dentur at verða lagdur á hetta, og má eg siga, at ofta er tað syndarligt, hvussu málið verður viðfarið, bæði av lærdum og ólærdum, eisini í okkara fjølmiðlum.

Her eiga vit at standa á varðhaldi, og veita okkara móðurmáli allar tær sømdir, ið tað eigur, tí tað eru bert vit føroyingar, ið kunnu verja og halda tað viðlíka, so tað mennist á øllum økjum og fær tað virðing, ið tað hevur uppiborið.

Tey sum hoyrdu tær frálíku sendingarnar við Árna Dahl, lærara, í Kringvarpinum herfyri, hoyrdu eisini tað seinasta, ið hann segði, tá hann vísti til heimastýrislógina, har hann legði dent á, at vit enn ikki lógliga hava víst okkara málið fulla virðing.

Hetta kunnu vit ikki lata sita á okkum. Latið okkum tí sum fólk savnast undir Merkinum og fáa hetta broytt, so okkara móðurmál fær fulla viðurkenning í okkara landi.

Um vit taka støðuna í landi okkara í dag, so kunnu vit siga, at vit sum so eru sjálvbjargin á flestu økjum, og at tað gongur framá samfelagsliga, okkara ríka tilfeingi og dugnaskapi til at gagnnýta hesi fyri at takka, men vit mugu eisini siga, at tað haltar í fleiri førum, serliga á tí politiska økinum.

Vit hava eina stjórnarskipan, ið skal eitast at vera demokratisk, men ofta er tað ringt at siggja tað demokratiska í avgerðunum, ið okkaru valdu mynduleikar taka. Ofta ræður tað bert um at standa saman fyri ella ímóti teimum avgerðunum, ið takast skulu, sjálvt um meiningin er beint øvugt. Og tá mótparturin kemur til valdi verður alt vent á høvdið.

Tilætlað ella ikki. Við hesum arbeiðslagi fáa vit eitt, og tað hava vit longu, eitt óstabilt samfelag við skiftandi lógum og reglum, ið eingin kann hava álit á, og gera hesi viðurskifti allar samfelagsligar ætlanir inn í framtíðina ótryggar.

Ikki eingong okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni, kunnu vit semjast um, so at allir tættir, ið eru í fiskivinnuni, kunnu leggja eina trygga ætlan fyri framtíðini, øllum landinum at frama.

Nú tað ferð eftir ferð hevur víst seg, at stórmál verða skundað ígjøgnum við teprum meiriluta, og aftur kunnu verða broytt, eisini við teprum meiriluta, so átti tað at sagt okkum, at hetta kann yvirhøvur ikki halda áfram.

Nei, vit áttu at fingið eina stjórnarskipan við væl fastari reglum fyri hvussu okkara týdningarmestu samfelagssúlur kundu verði broyttar, bæði við at havt greiðan meiriluta, kanska 2/3, ella skuldu broytingarnar verði samtyktar yvir tvey valskeið.

Hetta hevði kravt meira av okkaru valdu mynduleikum, men hevði samstundis verið nógv tryggari fyri samfelagið og borgaran.

Eisini kundu vit fingið eina tryggari politiska skipan við at havt fast løgtingsval 4. hvørt ár, eins og gjørt verður í Noregi.

Hetta, eg her havi nevnt, er mín egna áskoðan, ið kann takast upp til viðgerðar ella ikki. Tað velst upp til hvønn einstakan.

Við treysti skulu vit leggja gott og stimbrandi í okkara ungdóm, so hann í framtíðini verður sær sjálvum og landinum at gagni.

Nakað soleiðis minnist eg Jákup í Stórustovu í Sørvági segði við meg fyri meira enn 40 árum síðani.

Um vit líta frameftir, hvat hevur so framtíðin at bjóða okkara ungdómi og eftirkomarum.

Jú, vit kunnu siga, at hóast ein stórur partur av okkara ungdómi fer uttanlands, eins og ein stórur partur av okkara arbeiðsorku verður brúkt uttanlands, so er land okkara ríkt, bæði tá vit taka sjálvt landøkið og alt havøkið rundanum okkum uppí, og vit kunnu siga, at eisini her í Vágum eru óteljandi møguleikar at gagnnýta okkara tilfeingi. Tað ræður bert um at hava gott hugflog og finna teir.

Tí eiga vit føroyingar á allan hátt at gangnýta okkara tilfeingi á bestan hátt, so flest møgulig fáa lut í hesum og kunnu virðisøkja hetta sum best.

Tá verður eisini brúk fyri fleiri teirra, sum nú hava leitað sær uttanlands, at koma heim og verða við at byggja og føra land okkara víðari fram á leið.

Nú flagg okkara, Merkið, líðir móti 100 árum, og hesin dagurin, 25. apríl, ber meira enn 70 ár í søgu okkara, mugu vit siga, at hesi eru vorðin partur av samleika okkara.

Ein stórur partur av fólkinum hava frí henda dagin, og stovnar og einstakir handlar hava eisini stongt í dag.

Flaggdagurin er vorðin ein serligur dagur, har skipað verður fyri flaggdagshaldi ymststaðni runt í landinum til æru fyri merki okkara.

Eisini er hann vorðin ein merkisdagur fyri ymiskum. Skipað verður fyri flaggdagsrenning, feløg hava fastan aðalfund flaggdagin, kappróðrabátar verða, ella nú mugu vit siga, vórðu flotaðir flaggdagin, onkur hevur tað fast at fáa eplini niður flaggdagin, og dagurin í dag er eisini valdur sum bókaframløgudagur, við at bæði eitt nýtt føroyakort og søgan um loysingarpolitikkin í Føroyum verða framløgd í dag.

Soleiðis er hesin dagurin vorðin ein merkisdagur fyri so mangt, umframt tað at vera ein flaggdagur.

Men fyrst og fremst hava vit í Føroyum ásett henda dagin til minnis um okkara felagssamleika, krossmerki, okkara Merkið.

Latið okkum bera og ganga undir Merkinum við fullari virðing fyri okkara nátturu, okkara máli, okkara ríka tilfeingi og okkara fólki, bæði nú og í framtíðini.

Takk fyri.

Jógvan Ravnsfjall

Sí myndir her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder