JN

Fitt av fólkið fara við WeTravel at heppa uppá Føroyar

...

2019-01-14 22:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skipa verður fyri landsliðsferð í samband við dystin á Malta 23. mars. Eftir øktan fyrispurning, hava vit valt at skipa fyri einum túri har fari til Malta umvegis Keypmannahavn 22. mars, siga teir báðir Niels Juel Nolsøe og Jacob Slyne.

Føroyar byrja eina nýggja EM-undankapping 23. mars tá ið Føroyar skal møta Malta á útivølli. Júst henda dystin kunnu vit vænta okkum stig í. Føroyar spældi tvær ferðir móti Malta í 2018 í UEFA Nations League har Føroyar fekk fýra stig tilsamans.

Longu nú hava fitt av fólkið tekna seg, so vit vóna at tað verða nógv við, tí brúk er fyri øllum kreftum.

Talan er um avmarkað pláss, so tað er at gera skjótt av.

Tilmelding ferð fram við at ringja til WeTravel á 591700, ella við at senda ein teldupost á [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder