2013-08-29 18:23
Tíðindaskriv um fIskivinnugreiningar
JANUAR, løggilt grannskoðanarvirkið, sum hevur yvirtikið virksemið frá grannskoðanarvirkjunum NOTA og INPACT, hevur avgjørt at halda á við vælumtókta táttinum hjá NOTA at greina roknskapartølini fyri fiskivinnuni.
Felagið hevur greiningar heilt aftur til 1996 og hevur í fleiri ár lagt greiningarnar fram fyri innbodnum luttakarum, sum hava tilknýti til fiskivinnuna.
Vit hava gjørt greiningarnar fyri árið 2012. Hesar verða lagdar fram og samanhildnar við greiningarnar fyri undanfarin ár í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Tórshavn, tann 23. September.
Við heilsan
JANUAR
Løggilt grannskoðanarvirki P/F
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald