2021-07-05 07:34

Línuskip: Bara tvey ísfiskaskip eru til fiskiskap í løtuni. Eitt undir Føroyum, og eitt er við Ísland. Tey landa neyvan fyrr enn í aðru viku. Av frystulínuskipunum eru seks við Føroyar, eitt við Eysturgrønlandi og eitt á Flemish Kap
??tróður: Streymurin og veðri verður gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri, bæði við snellu og línu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru úti, annar eftir svartkalva, og hin er á roynarveiðu eftir stinglaksi. Vit rokna við at báðir landa síðst í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald