2021-05-31 08:21

Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er undir Føroyum, og fiskar mest av Longu, brosmu, tosk og hýsu. Vit rokna við at tað landar fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Fýra frystiskip eru við Eysturgrønlandi, eitt er við Flemish Cap. Helst kemur okkurt at frystilínuskipunum at landa í vikuni.
??tróður: Streymurin og veðri verður hampuliga gott alla vikuna, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er ikki gott við línni, men teir við snellu fáa nakað av upsa.
Djúpvatnstrolarar: Ein er nýliga byrjaður túr, meðan hin er ikki farin avstað enn, men fer helst avstað í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald