2021-05-10 10:09

Samandráttur.
Línuskip: Bara trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Eitt er undir Føroyum og kemur vantandi at landa mánadagin ella mikudagin. Eitt er við Eysturgrønland og kemur tað at landa miðskeiðis í vikuni. So er eitt við Ísland, men tað er ivasamt um tað landar í vikuni. Seks frystilínuskip eru við Eysturgrønland. Tey fáa mest av toski. Tvey eru undir Føroyum og eitt er við Ísland.
??tróður: Streymurin verður ikki av tí besta og veðri er eisini ivasamt ein part av vikuni. Fiskaríið er ikki gott fyri tíðina, so tí rokna vit ikki við at tað verður nógvur útróðrur í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald