Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 16

...

2021-04-25 09:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip eru undir Føroyum og eitt er undir Íslandi. Tað undir Íslandi landar mánadagin, og vit rokna við at tað við Føroyar landar mitt ella síðst í vikuni. Helst fer okkurt línuskip út í næstum. Av frystilínuskipunum eru fýra undir Føroyum og eitt undir Íslandi.

??tróður: Streymurin verður harður í vikuni, men veðri verður gott, so tað verður helst ikki so nógv av útróðri. Fiskaríið er smáligt fyri tíðina.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk, hin er sunnanfyri eftir stinglaksi og blálongu. teir landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder