Vinna

Fiskamarknaðurin metir um komandi viku

...

2021-06-05 20:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samandráttur.

Línuskip: Bara eitt línuskip er úti og kemur helst at landa síðst í vikuni. Vónandi fer okkurt avstað um vikuskiftið. Av frystulínuskipunum eru tvey við Eysturgrønland og tvey undir Føroyum.

??tróður: Streymurin verður hampuligur alla vikuna og veðri verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er ikki gott við línu, men teir við snellu fáa nakað av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein er nýliga byrjaður túr vestanfyri og ein er sunnanfyri og fiskar djúpvatnsfisk. Annar landar vantandi fyrst í vikuni, meðan hin landar helst síðst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder