Vinna

Fiskamarknaðurin metir um komandi viku

...

2015-05-08 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Meting um tilfeingið fyri viku 19 2015
Friday, 08 May 2015

Samandráttur: Línuskip: Tvey skip undan Íslandi og eitt við Føroyar, koma at landa í vikuni. Tey hava ein blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Restin liggur við bryggju, men fara út nú veðri batnar. Kanska tveir av teimum smáu landa síðst í vikuni. 

??tróður. Streymurin verður hampuligur og veðri verður eisini brúkiligt, so vit vantað nakað av útróðri.

 Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara út nú veðru batnar. 

Partrolarar: Partrolarnir landa sum vikan líður, men tað eru ikki nógv pør úti orsakað av veðrinum. Tey fara helst út nú veðri fer at batna. Fiskaríið eftir upsa er vánaligt. Teir fáa lítið av hvítum fiski fyri tíðina. Trý pør eru á gulllaksaveiðu. 

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar. Teir fara helst norðum at fiska tosk og hýsu og so fáa teir eisini nakað av reyðsprøku og tungu.   

Garnaskip: Tað eru 2 garnaskip á svartkalvaveiðu. Fiskaríið er brúkiligt. Bæði landa miðskeiðis í komandi viku.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder