Vinna

Fiskamarknaðurin metir um komandi viku

...

2014-09-14 22:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samandráttur:Línuskip: Vit vantað trý, møguliga fýra línuskip í vikuni. ??ll landa miðskeiðis ella seinni í vikuni. Tveir koma undan Íslandi, ein av Íslandsrygginum og ein undan Føroyum. Teir hava mest av brosmu, longu, toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Fleiri línuskip fara út um vikuskifti. Tvey onnur línuskip eru eisini til fiskarí og frysta umborð.

??tróður. Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so vit vantað nakað av útróðrafiski. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein til fiskarí, landar fyrst í vikuni. Hann hevur fiska svartkalva. Møguliga fer onkur út um vikuskiftið.

Partrolarar:7 pør fiska upsa og trý pør fiska gulllaks. Restin liggur við bryggju. Tvey pør landa mánadagin og so nøkur seinni í vikuni. Fiskaríið er heldur smáligt.

Trolbátar: Tveir eru á Skeivabanka, fáa mest av upsa. Teir landa helst síðst í vikuni. Restin liggur við bryggju, men onkur fer út um vikuskiftið.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og landa helst mánadagin. Eitt fiskar havtasku. Restin liggur við bryggju, tað skrivar Fiskamarknaðurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder