Vinna

Fiskamarknaðurin: Meting um tilfeingið komandi viku

...

2014-01-19 16:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Meting um tilfeingið komandi viku.
Friday, 17 January 2014
Samandráttur: Línuskip: Trý línuskip landa mánadagin, ein blanding av toski, hýsu, brosmu og longu, men mest er av toski. Trý av teimum smærru línuskipunum eru nýliga byrjaði, fiska tosk og hýsu. Landa nokk síðst í vikuni. So rokna vit við at eitt línuskip afturat landar síðst í vikuni. Hevur mest av toski og hýsu. Restin av línuflotanum eru nýliga byrjaðir ella fara út í næstum og koma tí neyvan at landa í vikuni. ??tróður. Streymurin verður hampiligur, men veðri verður ikki av tí besta, so tí væntað vit ikki nógv av útróðri. Bátarnir fáa mest sum bara tosk og hýsu. Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa, landa møguliga mánadagin ella miðskeiðis í vikuni. Ein er á djúpum vatni og fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu. Tríggir djúpvatnstrolarar fara í næstum til Flemish Kap at fiska tosk. Teir frysta toskin umborð. Partrolarar: Tey flestu pørini eru farin til fiskarí. Tey landa sum vikan líður. Fiskaríið er heldur smáligt hjá teimum flestu, men okkurt parið hevur havt gott fiskarí. Trolbátar: Tríggir trolbátar eru úti og fiska havtasku og vantandi fara aðrir út um vikuskiftið, eisini eftir havtasku. Vit rokna við einum trolbáti mánadagin og hinir koma so seinni í vikuni. Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva mánadagin. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder