Vinna

Fiskamarknaðurin: Meting fyri viku 15

...

2021-04-10 08:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Línuskip: ??ll ísfiskalínuskip liggja við bryggju. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er við Ísland.

??tróður: Streymurin er harður í vikuni, men veðri verður brúkiligt tað mesta av vikuni , so tað verður helst nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.

Partrolarar: Tey flestu pørini liggja við bryggju, men fleiri fara helst út skjótt. Fiskiskapurin er vánaligur. So tað verða helst ikki nógvar landingar í vikuni. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur út í um vikuskifti.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder