Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Meting um tilfeingið í komandi viku

...

2013-11-30 16:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Meting um tilfeingið, viku 49, 2013

Línuskip: Tað eru tvey línuskip undir Íslandi, annar landar mánadagin og hin neyvan fyrr enn í aðru viku. Tann sum landar mánadagin hevur mest av toski, longu, brosmu og kongafiski. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum og landar helst mánadagin. Hann hevur mest av toski og so nakað av blálongu, svartkalva og lira. So eru trý línuskip, sum fiska undir Føroyum, tey fáa mest av longu, brosmu og toski. Møguliga landa øll mánadagin. Restin av línuflotanum liggur inni fyri veður og ringan streym.

??tróður. Streymurin er harður og veðri verður ikki gott, so vit vantað ikki nógv av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja inni, men fara út tá veðri batnar.

Partrolarar: Allir fiska upsa og landa gjøgnum vikuna.

Trolbátar: Allir liggja inni, men fara út tá veðri batnar.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva, men tað er eitt sindur ósikkurt nær teir landa. Helst síðst í vikuni. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder