2015-05-04 04:14
Finnur Fríði kom á Tvøroyri um 23-tíðina í kvøld við 1.500 tonsum, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic.
Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, teir verða liðnir kl. 3 í nátt, tá verður byrjað at landa Finn Fríða.
Finnur Fríði hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi, men tveir teir seinastu dagarnar lógu teir tætt vestur úr Akrabergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald