Vinna

Finnur Fríði siglir inn við 1.600 tonsum

...

2013-08-30 05:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði fór í kvøld at sigla inn við 1.600 tonsum, harav 1.250 tons er makrelur og 350 tons er sild. 

Arni Hansen skipari sigur, at tað er góður makrelur teir hava fingið, støddin liggur um 360 gramm. Í morgun var heilt nógv at síggja og teir fingu eisini eitt gott hál í morgun, veðrið er gott á leiðini sigur skiparin Arni Hansen. Teir hava verið saman við Fagraberg, Fagraberg er nú saman við Jupiter.

Finnur Fríði fer á Tvøroyri at landa, teir verða á Tvøroyri um middagin fríggjadagin. Í løtuni landar Høgiklettur á Tvøroyri, men teir verða liðnir, tá ið Finnur Fríði kemur.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder