2015-10-06 04:17

Finnur Fríði fór í dag at sigla inn við 1.400 tonsum av makreli, sum teir skulu landa á Tvøroyri. Finnur Fríði fer tó fyrst inn í Fuglafirði at skifta trol, teir verða á Fuglafirði um 9-tíðina týsmorgunin, týskvøldið fara teir á Tvøroyri at landa, í løtuni landar Jupiter, teir verða liðnir seint týskvøldið.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at heilt nógvur makrelur var at síggja í dag. Í kvøld var fríkst lot av landsynningi norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald