2013-12-31 16:14
Finnur Fríði hevur í 2 døgn leitað eftir sild í føroyskum sjógvi, men teir sóu einki. Fyrst leitaðu teir eystanfyri og síðan norðanfyri. Tað var Havstovan sum stóð fyri kanningini.
Tá ið vit tosaðu við Finn Fríða í morgun, søgdu teir, at sildin ikki plagar at vera í føroyskum sjógvi hesa tíðina, so tað er einki óvanligt í tí, at teir einki sóu.
Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð seinnapartin, har teir fara at bunkra og gera klárt at fara á svartkjaftaveiðu.
Í løtuni eru Fagraberg og Slættaberg á svartkjaftaveiðu sunnanfyri, men fiskiskapurin er smáligur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald