2013-09-15 15:16
Finnur Fríði og Fagraberg, sum hava samtrolað eystur ímóti norska markinum, fóru báðir at sigla inn í nátt.
Finnur Fríði fer á Tvøroyri, teir hava góð 1.400 tons, Finnur Fríði verður á Tvøroyri um 15-tíðina í dag.
Fagraberg hevur góð 700 tons, Fagraberg landar í Kollafirði, Fagraberg verður eisini á Kollafirði seint seinnapartin.
Í nátt var ruskveður á feltinum, men nú skipini nærkast landi er veðrið betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald