Vinna

Finnur Fríði landar svartkjaft á Tvøroyri

...

2015-06-02 20:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði fór í morgun at sigla inn av svartkjaftafeltinum, teir eru júst nú komnir á Tvøroyri, har teir skulu landa til Varðin Pelagic, Finnur Fríði hevur 750 tons.

Nú er einki føroyskt skip á feltinum, tey flestu hava fiskað sín part, Slættaberg kom í morgun á Fuglafjørð við 1.400 tonsum, sum teir landa til Havsbrún. Um Slættaberg og Finnur Fríði eiga okkurt eftir, vita vit ikki.

Tað eru 5 íslendsk skip á feltinum og 2 íslendsk skip eru ávegis til Ísland fullfermd, tey eru Aðalsteinn Jónsson og Bjarni Olafsson, sum bæði skulu landa á Eysturlandinum.

Myndirnar hevur Reidar Simonsen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder