2015-08-09 18:42

Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í morgun við 1.000 tonsum av makreli, sum verður landaður til Pelagos.
Pelagos manglar nógv fólk, nú makrelfiskiskapurin byrjar aftur, so tey sum hava hug kunnu bara senda sms til Pelagos - tlf. nr. 777021
Finnur Fríði hevur roynt vestalaga á - heilt vestur ímóti íslendska markinum, norður ímóti 64,5N, í løtuni er bara Norðborg á feltinum.
Finnur Fríði hevur annars ligið inni í Norra í eina viku, tí teir fingu onkrar trupulleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald