2021-06-24 19:00
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Finnur Fríði kemur á Tvøroyri í nátt við 650 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðan Pelagic, teir skulu byrja at landa kl. 2 í nátt, á Tvøroyri verður makrelurin heilfrystur.
Finnur Fríði hevur fiskað 50 fj. norður úr Kallinum, har - Høgaberg, Fagraberg, Tróndur í Gøtu, Gøtunes og Hoyvík - eisini royna, Fram verður á somu leið seinni í kvøld.
Skiparin á Finni Fríða - Arni Hansen - sigur, at tann heiti Golfstreymurin og tann kaldi Íshavsstreymurin møtast har skipini royna, og har sum streymar møtast er ofta fiskur at fáa. Hann sigur víðari, at tað er góður makrelur teir hava fingið, vektin liggur um 470 gramm og fitiinnihaldið liggur um 14-15%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald