2020-09-02 14:47

Finnur Fríði hevur verið á sildaveiðu norður úr Íslandi, teir fiskaðu á Kolbeinseyðrygginum, sum gongur langt norður úr Íslandi.
Finnur Fríði fiskaði í knapt tvey døgn, teir hava útvið 1.700 tons av góðari sild - støddin liggur um 460 gramm, sigur Arni Hansen skipari á Finni Fríða við okkum á JN.fo - eisini undanfarin ár hevur Arni gjørt ein avstingara, og tað hevur eisini lukkast.
Finnur Fríði verður á Tvøroyri á middegi í morgin, teir sleppa at landa aftaná Tummas T., ið verður liðugur at landa hóskvøldið.
Tað sær út til, at Gøtunes er áveg á sildaveiðu norður úr Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald