2013-08-15 12:13
Finnur Fríði fór í gjárkvøldið at sigla inn við 1.200 tonsum av makreli. Finnur Fríði fer á Tvøroyri við lastini, teir verða á Tvøroyri kl. 14 í dag.
Finnur Fríði hevur hendan túrin trolað saman við Fagraberg. Teir hava roynt á uml. 64,3N og heilt vestur móti íslendska markinum, har eru tey flestu føroysku skipini, veðrið er av tí fagrasta á feltinum. Vestanfyri markið royna tey íslendsku uppisjóarskipini.
Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, teir verða liðnir á middegi, so Finnur Fríði sleppir framat beinanvegin teir koma á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald