2021-08-13 08:14

Finnur Fríði kemur á Tvøroyri seinnapartin við 1.300 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, teir verða á Tvøroyri um 5-tíðina.
Teir hava roynt í altjóða sjógvi, tætt norður úr føroyska markinum.
Tá ið vit tosaðu umborð í morgun varð sagt, at makrelurin teir fáa nú er heldur minni, enn tað teir hava fingið fyrr í summar.
Tað er gott veður á leiðini norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald